6. februar 2017

Ása vann flogferð

Í samband við Logos Hope vikuna, sum var í oktobur í 2016, vóru øll, sum lótu Logos Hope eina oljugávu, bæði nýggir og fastir stuðlar, við í lutakastinum um eina flogferð frá Fonn Flog, á flogrutuni hjá Altantic Airways.

Vinnarin av lutakastinum gjørdist Ása F. Petersen, úr Klaksvík.

Á myndini handar Jóhan Petur Johannesen, leiðari hjá OM Føroyum, gávubrævi til Ásu.

Vit takka Ásu og øllum sum stuðla Logos Hope, fyri tann góða stuðulin.

Og so ynskja vit Ásu til lukku og góða ferð.