Art Zone
Nógv verður gjørt burturúr, at tey ungu skulu kenna seg væl á leguni. Og nógvir aktivitetir eru, sum til ber at fara til. Í fríløtunum eru nógvir møguleikar – ikki minst eru tað øll seminarini, fyrilestrarnir, sum tey kunnu tekna seg til. Eisini er nógvur ítróttur á skránni. Men eisini ber til at útfolda seg listarliga og tónleikaliga. Seinnapartarnar er bæði møguleiki at syngja í kóri ella at spæla í stórum orkestri.
Við endan av stóra bygninginum við høvuðsinngongina er stórt høli innrættað til tað, vit rópa Art Zone. Her kunnu tey ungu breiða út sínar listarligu gávur. Tað verður málað, teknað og klipt – og hvat annað tey kunnu finna uppá – og møguleiki er her veruliga at hugsavna seg um listarliga arbeiðið.
Her eru sjálvandi eisini fleiri vaksin, sum leiða og hjálpa, og ein av teimum er Katrin Lindberg Mortensen. Hon sigur, at hvønn dag koma eisini listfólk útifrá og vegleiða.