30. juli 2018

Annar dagur

So er lív aftur í leguni.

Aftaná eitt deiligt og lýtt kvøld í gjárkvøldið, har føroyingarnir á sín egna hátt høvdu eitt lítið ólavsøkuhald í garðinum her uttanfyri við bæði føroyskum dansi, tjóðsangi og øðrum føroyskum sangi – ja, so eru vit vaknað upp aftur til ein deiligan dag við sera góðum veðri.

Júst í hesi løtu havi eg sett meg mitt í millum øll hesi ungu í stóra møtisalinum. Og sangurin rungar bæði av pallinum og úr salinum. Um eina løtu koma tey trý, sum undirvísa á pallin og fara at leiða okkum ígjøgnum dagsins tekst, sum eisini er úr “Faðir vár”, ið jú sum kunnugt er evnið á leguni. Í dag eru vit komin til bønina, sum sigur: “Komi ríki títt. Verði vilji tín, sum í Himli, so á jørð”.

Vit ynskja øllum ein góðan dag hiðani úr Týsklandi.