Annar dagur á TeenStreet
So er annar dagur á TeenStreet 2021 í gongd – bæði her á Argjahamri og runt í øllum Europa, har sum legur jú eisini eru.
Dagurin byrjaði við morgunmati kl 8. Og síðani hevur verið felagsbíbliutími inni í stóru høllini. Felags á tann hátt, at allir luttakararnir á leguni her hava verið saman, men eisini á tann hátt, at tað, sum fór fram av pallinum fyri tað mesta var av netinum og meðan vit sótu her og lurtaðu, ja, so sótu tey eisini runt í Europa og lurtaðu eftir júst tí sama.
Evnisorðið í ár er “Named” – nevnd – við undirheitunum: Kendur – Nevndur – Sendur. Og evnið er søgan um Móses, sum Gud segði við: “Eg kenni teg teg við navni, og tú hevur funnið náði fyri eygum Mínum”, og hann varð sendur at fullføra eina uppgávu.
Klokkan 11 fóru leguluttakararnir til andakt í teirra egna liði, og klokkan 12 í verður miðmáli, og seinnapartin verða nógvir spennandi aktivitetir, sum tannáringarnir kunnu fara til.