27. november 2015

Anita og Oddmar gevast, men eru ikki liðug við OM

Anita og Oddmar hava av heilsuávum ynskt at fara úr starvinum sum dagligir leiðarar hjá OM Føroyar. Hetta eru vit í nevndini hørm um, men hava vit tikið uppsøgnina til eftirtektar. Vit eru ómetaliga takksom fyri alla ta orku, sum Anita og Oddmar hava lagt í OM arbeiðið síðani 2006.
Anita og Oddmar eiga stóran leiklut í, at OM arbeiðið er ment so nógv hesi seinastu árini. So at siga á øllum økjum er virksemið ment innan altjóða missión. Hetta hevur eisini stóran týdning fyri alt samkomu- og missiónsarbeiði runt landið.
Hóast Anita og Oddmar gevast í leiðsluni, fara tey í framtíðini at vera virkin í OM. Tó ætla tey at hvíla í eina tíð, tí tey hava nýtt nógva orku til hetta arbeiðið hesi seinastu árini. Tað er gleðiligt, at føroyingar hava tikið so væl ímóti nýggja bygnaðinum, síðani OM hevur fingið egna felagskristiliga nevnd. Anita og Oddmar stóðu á odda fyri hesum arbeiðnum.
Til aðalfundin í apríl verður høvi at heilsa uppá Anitu og Oddmar, nú skjótt fyrrverandi leiðarar í OM Føroyar. Anita og Oddmar leiða OM Føroyar, til nýggjur leiðari er settur. Nevndin er farin undir eina tilgongd at seta nýggjan leiðara, og verður nýggjur leiðari settur skjótast gjørligt.

 

Vegna nevndina í OM

Heri Kjærbo, formaður