Anita gjørdi mat og var sunnudagsskúlalærari á Logos Hope
Frá januar til apríl í ár var Anita Gregersen á Logos Hope á STEP programminum (Short Term Exposure Programme). Hon fór umborð í Chile og fór í land aftur í Argentina.
Umborð arbeiddi hon í køkinum, har hon dagliga var við til at gera mat til manningina, sum telur 400 fólk frá nógvum ymiskum londum. Hon búði á kamar við trimum øðrum, tær vóru frá India, Korea og Argentina.
Anita frætti, tá hon kom umborð, at tey manglaðu ein sunnudagsskúlalærara til tey 10-12 ára gomlu, so hon fór í tí uppgávuna teir 3 mánaðirnar, hon var umborð. Eisini fekk hon møguleika at siga sín vitnisburð á skapandi hættir; millum annað teknaði hon eina tekniseriu við sínum vitnisburði.
Anita upplivdi eisini hvussu sterkt bønarlívið er umborð. Hon sigur, at hon ígjøgnum upplivingar í tíðini umborð hevur lært, hvussu stóran týdning bøn hevur, og hon nevnir eisini fleiri bønarsvar, sum hon upplivdi í tíðini umborð.
Lindin gjørdi samrøðu við Anitu í síðstu viku í samband við Logos Hope vikuna. Tú kanst lurta eftir samrøðuni við Anitu her:
Latið okkum halda á at biðja fyri virkseminum hjá Logos Hope.