4. oktober 2019

Andrias verður partur av TeenStreet-leiðsluni

Andrias Magnussen verður partur av leiðsluni fyri TeenStreet Føroyar.

Seinastu árini hava Símun J. Hansen, Randi Hansen og Margareth Djurhuus myndað leiðsluna í TeenStreet og við kønari hond leitt føroyska partin av stóra altjóða tiltakinum.

Nú fáa tey ein lim afturat sær í leiðsluna. 35 ára gamli Andrias Magnussen av Nesi hevur síðani summarið arbeitt saman við hinum trimum, nú fyrireikingarnar til 2020 eru farnar í gongd.

Vit ynskja Andriasi vælkomnum í OM-familjuna og ynskja teimum fýra góða eydnu í arbeiðinum við at skipa fyri mini-TeenStreet í vár og at fyrireika TeenStreet 2020, sum verður í Oldenburg frá 1. til 8. august næsta ár.

Áðrenn tað verður tó Mini TeenStreet 2020 í Bylgjuni í Runavík fríggjadagin 21. februar til sunnudagin 23. februar.