1. mars 2025

Andrias Magnussen er farin úr føroysku Teenstreet leiðsluni

Eftir at Elsbeth og Anrdias hava móttikið gleðiligu tíðindini, um at tey skulu ættleiða ein drong, valdi Andrias at siga farvæl til Teenstreet leiðsluna.

Teestreet leiðslan er ein arbeiðsbólkur, ið skipar føroysku luttøkuna á Teenstreet leguni. Andrias hevur verið partur av arbeiðsbólkinum í 5 ár.

Randi og Símun Hansen halda fram sum HomeReps., saman við kontaktpersónum frá øðrum samkomum. Í løtuni er kontaktpersónurin í Heimamissiónini Kartin Høgnesen, og Durita og Dávid Jacobsen eru kontaktpersónar hjá hvítusunnusamkomunum og øðrum fríkirkjum.

Eru spurningar, so ber til atseta seg í samband við Teenstreet leiðsuna á Facebook síðuni og á teenstreet.fo@om.org.