18. september 2020

Áhugatími: Misjón í Miðeystri

Leygardagin 27. septembur kl 14. verður ein áhugatími í Lívdini við Vegin Langa í Hoyvík. Evnið verður Misjón í Miðeystri. Daniel frá OM og Andreas frá Open Doors fara at greiða frá. Meiri er at lesa um tiltakið á Facebookvanganum hjá OM ella á hesi leinkjuni: https://www.facebook.com/events/748873045912181

Her er ein grein, sum OM International hevur skrivað um Daniel.

– At síggja gleðina í andlitinum á fólki, tá tey møta Jesusi fyrstu ferð – tað er tað, sum gevur mær størstu gleðina, tá eg luti um Jesus, sigur Daniel.

 

Tá Daniel sum ungur drongur hoyrdi um ein tannáring, sum varð kallaður til misjón í Afrika, spurdi hann Gud: Kallar tú eisini meg til misjón? Fleiri ár gingu, áðrenn Gud svaraði honum upp á hetta og aðrar spurningar, so sum um hvar, hann skuldi tæna. Daniel er uppvoksin í einum tryggum kristnum heimi í Danmark, gekk regluliga á møti og á einum kristnum eftirskúla, sum legði dent á Bíbliuna og á misjón. So tankin um at tæna Gudi var honum ikki fremmandur.

 

Kortini hevði Daniel, tá hann var ungur, vinir og kenningar, sum kanska ikki vóru so góðir fyri seg. “Eg byrjaði at ganga í býnum, tosaði ónærisliga um gentur og so framvegis. Men eg kendi meg einsaman. Gjøgnum vikuna hevði eg vinir og klassafelagar, sum eg kundi vera saman við og fara í veitslu við, men um vikuskiftið sat eg einsamallur heima og spældi telduspøl.“

 

Á eini ungdómslegu, tá hann var 14 ára gamal, møtti Daniel Gudi á ein heilt nýggjan hátt. “Undir einum lovsongskvøldi kom ein av vinum mínum til mín og segði, at Heilagi Andin var sterkt til staðar. Hann bjóðaði mær inn í bønarrúmið,” minninst Daniel. Hann sigur, at meðan fleiri fólk stóðu og bóðu fyri sær, ristist hann illa. «Eg sá í eini sjón at bringa mín lat seg upp og myrkir skuggar flugu út. So føldi eg Guds kærleika til mín í tí løtu og eg visti, at eg var sonur Hansara. Eg fekk eina yvirnátúrliga kenslu av friði, sum fylti meg.”

 

Hendan kenslan av einsemi bleiv skift um við frið, tá Daniel møtti Gudi hetta kvøldið. Daniel upplivdi Jesus sum vin sín og Gud sum Faðir sín. «Pápi mín arbeiddi nógv, tá eg var barn, so eg sá ikki nógv til hann. Hann hevði eisini trupulleikar við migrenu. So sjálvt tá hann var heima, so var hann ikki veruliga til staðar. At uppliva Gud sum Faðir mín hevði tí nógv at siga fyri meg,» sigur Daniel.

 

Komandi árini, sum Daniel lærdi meiri um Himmalska Faðir sín, fekk hann møguleikan at fara á misjónsferðir til India, Ísrael, London, Moldova og Tailand. “Hesar ferðirnar vóru altíð spennandi og nýggjar. Mær dámdi altíð væl at boða evangeliið allastaðni, men heima tyktist tað altíð eitt sindur løgið. Kanska tí eg visti, hvussu danir hugsa: At teir ikki fóru at lurta eftir mær kortini.”

 

Á hesum stuttu túrunum lærdi Daniel, at tað var bæði stuttligt og spennandi at fara nýggj støð. Men hann merkti eisini, at hann ikki kundi vera sama stað ov leingi. Gjøgnum ein mentor skilti Daniel, at hann ikki mátti yvirgeva lív sítt til misjón uttanlands beinanvegin. «Eg var altíð eitt sindur bangin fyri, at tá ein mánaði var farin, fór eg at leingast heim ella føla, at hetta kortini ikki var tað rætta,» viðgongur Daniel. Tað bleiv lættari hjá honum at taka eina avgerð, tá hann skilti, at hann kundi taka eitt fet í senn, men allatíðina lurta eftir Gudi. Tí valdi hann at fara við OM í eitt ár fyrstu ferð.

 

Daniel hevur nú tænti við OM í Miðeystri í fleiri ár. Hann er við í arbeiðinum við einum toymi av ungum monnum, sum ferðast úr bygd í bygd í økinum. Hetta ferðaliðið er samansett av brennandi monnum, sum vilja gera mun í einum parti av heiminum, har meirilutin hevur sera lítla fatan um, hvør Jesus er og at Hann elskar tey. “Hesi toymini kunnu náa út á ein hátt, sum hvørki stutttíðar ella langtíðar arbeiðarar kunnu. Ungir menn, sum hava lært málið og fingið venjing, men sum ikki hava familjur, kunnu lættliga ferðast og fara slík torfør støð.”

 

Á eini ferð á arabisku hálvoynni, fall Daniel í prát við ein lokalan mann á einum fjalli. Kvøldarsamrøðan tyktist ikki ganga heilt eftir ætlan, tí tað tóktist, sum maðurin hevði betur hug at keglast enn at veruliga lurta. At enda valdi toymið at steðga samrøðuni og løgdu seg heldur at sova. Daniel hevði eina Bíbliu eftir í posanum, og gav manninum hana. Brádliga steðgaði keglingin og maðurin gjørdist spentur: “Eg havi í langa tíð leita eftir eini Bíbliu at lesa.”

 

Daniel dámar væl at menna ungu menninar á toyminum, at hjálpa teimum at læra meiri sum seg sjálvar og um Faðir sín, men eisini at visa teimum, hvussu teir kunnu luta Hansara kærleika við onnur. Aftan á eitt ella tvey ár, eggjar hann monnunum at tæna onkra aðrastaðni í økinum í longri tíð, so at teir kunnu menna djúp sambond í einum lokalsamfelag. Ferðaliðiðini veita ungum monnum, sum leita eftir einum ævintýri – eins og Daniel sjálvur gjørdi – møguleikan at luta kærleika Gud við tey, sum annars ongantíð høvdu hoyrt um Hann.