28. juli 2017

Aftur ein nýggjur dagur

Ja, so hava vit lagt frá landi hendan fyrsta heila teenstreet dagin 2017, sum jú eisini er ólavsøkuaftan. Júst nú sita øll tey ungu savnað til bíbliutíma í stóru høllini. Seinni fyrrapartin fara tey á liðnum, tey eru á at viðgera tað, tey hava hoyrt í morgun, nú eisini saman við tilfarinum, sum tey hava fingið útflýggjað á sínum egna tungumáli.

Seinnaparturin er fyri so vítt fríur, soleiðis at skilja, at tey sjálvi kunnu avgera hvat tey gera. Nøkur – serliga føroyingarnir 😊 – velja ivaleyst at spáka sær ein túr oman í hugnaliga býin, og kenni eg genturnar rætt so finna tær heilt víst eitt H&M onkunstaðnis. Annars eru góðir møguleikar til ymiskt annað eisini. Her eru nógv áhugaverd seminar (fyrilestrar), ið tey kunnu fara til,  eisini eru góðir møguleikar at íðka ítrótt á økinum.

Í kvøld er so aftur Throne Room, og tá fer sangurin frá hesum umleið 4000 aftur at runga í høllini.

Veðrið er bara heilt gott í dag. Sólin hevur hug at kaga fram, og vit hava rundað tey 20 stigini. Fantastiskt. Vit eru fegin um aftur at hava upplivað ein nýggjan deiligan dag, og vit ynskja eisini øllum har heima ein góðan dag og eina góða ólavsøku.

 

Skrivað hevur Eyðun á Lakjuni