Adventsinnsavning til OM í Norðurlondum
Ja, jag vill leva, jag vill dö i Norden. Soleiðis er seinasta reglan í svenska tjóðsanginum. Hetta eru kanska ikki orð, sum samsvara so gott við arbeiði hjá trúboðarafelagsskapum, sum kanska helst vilja hava fólk út úr bæði Svøríki og Norðurlondum sum heild, út í heim, til onnur lond, at boða gleðiboðskapin.
Í OM Føroyum hava vit vanliga eina innsavning í adventstíðini, har vit heita á okkara vinir og stuðlar at geva pening til onkur serlig endamál.
Í ár fara vit at seta sjóneykuna á arbeiðið, sum OM ger her í Norðurlondum, gjøgnum skrivstovurnar í Danmark, Noregi, Svøríki, Finlandi og Føroyum.
Evangeliið – gleðiboðskapurin, tey góðu tíðindini, eru kjarnin í virkseminum hjá OM. Í OM-høpi hava skrivstovurnar tí tríggjar høvuðsuppgávur: At boða evangeliið, at senda fólk út í heim at boða evangeliið og at savna stuðul til teirra, sum boða evangeliið.
Í Rómbrævinum sigur Paulus, at fólk kunnu ikki trúgva á Jesus, um tey ikki hava hoyrt um Hann. Á sama hátt ber ikki til at halda, at fólk skulu hugsa um missión, um ikki onkur er, sum tosar um tørvin á missión. Hetta er ofta leikluturin hjá OM skrivstovunum. At skipa fyri fundum, ráðstevnum, møtirøðum og vitjanum hjá trúboðaum.
Hendan jólamánaðin fara vit at varpa ljós á arbeiðið, sum verður gjørt í grannalondum okkara við at náa út til tey minst náddu í hesum londunum, eins og arbeiðið hjá teimum við at senda norðurlendingar út í heim at boða evangeliið. Skrivstovurnar í londunum gera eitt týdningarmikið arbeiðið við at kunna um trúboðan og OM í samkomum í landinum. Nógv orka verður løgd í at ferðast runt og tala á møtum og hava bás á ymiskum ráðstevnum.
So fylgið við her á heimasíðuni og sosialu miðlum okkara komandi dagarnar, tá vit fara at leggja myndir og videobrot út frá ymisku londunum.