17. desember 2020

Adventsinnsavning: Maria kennir kvinnurnar í Kosovo

Maria Petersen úr Fuglafirði var í 2018 og 2019 í Kosovo, sum partur av OM. OM Kosovo arbeiður serliga við kvinnum, sum hava verið útsettar fyri ógvusligum fysiskum, psykiskum og seksuellum harðskapi og kvinnum, sum hava verið útnýttaðar og brúktar sum sextrælir.

 

Maria greiðir frá, at samfelagið í Kosovo er øðiliga mansdominerandi, og kvinnan hevur ongan týdning.

– Og ert tú ein kvinna, sum harafturat hevur verið fyri einum av hesum tingunum, ið eru nevnd omanfyri, er tín tjansur á arbeiðsmarknaðnum sera, sera lítil. Hesar kvinnur vera sæddar sum ein svartur plettur í samfelagnum. Og einki arbeiðspláss vil hava ringt orð á seg. Tí er tað sera trupult at fóta sær, aftan á at tær eru flýddar frá ræðuleikanum, tær hava upplivað.

 

OM Kosovo arbeiðir serliga við at hjálpa hesum kvinnum, við at veita teimum og teirra børnum undirvísing av ymsikum slag, tey fáa bjóða sálarfrøðing og so fáa tey bjóða eitt trygt stað at vera, meðan arbeitt verður við at menna og hjálpa teimum útaftur í eitt trygt lív.

 

– Tær flestu av hesum kvinnum hava lagt alla orku í at fáa eitt nýtt lív, eitt trygt lív, sigur Maria og greiðir frá, at fleiri teirra høvdu fingið arbeiði, og tískil møguleika fyri at forsyrgja sínari familju. Men í februar rakti koronakreppan eisini Kosovo, og tá blivu tær allar uppsagdar.

 

Tískil hava teir seinastu mánaðirnir verið ógvuliga harðir hjá hesum familjum. Og tí er ætlanin eisini, at allur peningurin, ið verður samlaður inn, skal fara til at hjálpa og stuðla hesum familjum, við mati, skúlagongd og heilsuhjálp.

 

– Hesar familjurnar hava allar eitt heilt serligt pláss í mínum hjarta, og hava tær lært meg so nógv um takksemi. Tað kann ikki forklárast í orðum, hvussu glað tey eru fyri tað allar minsta, alt ger mun fyri tey. So góðu tit, eg vóni at tit vilja verða við til at stuðla hesum familjum, sum veruliga líða neyð.

 

Hjálp til kvinnurnar í Kosovo er triðja adventsinnsavningin í ár. Tú kanst stuðla, við at gera eina flyting til OM á kontu 9181-426.219.2 og viðmerkja Kosovo.