28. mars 2014

Aðalfundur hjá OM Føroyar

Leygardagin 5. apríl kl. 10.00 hevur OM Føroyar aðalfund í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík.

Byrja við morgunmati, síðani verður aðalfundurin, og kl. 13.00 verður ein biti at fáa.

Fyri at vita, hvussu nógvan mat vit skulu gera, verða tit, sum tit ætla at koma til aðalfundin og máltíðirnar, biðin um at siga frávið telduposti til anita.tausen@om.org.

Seminar

Frá kl. 14.00-17.00 verður eitt seminar við Gary Witherall. Evnini verða Lívsroyndir, Transform & “Kostnaðurin av at vera Jesu lærisveinur”.