10. mars 2017

Aðalfundur 18. mars

Til allar limir.

Fyrst av øllum ynskja vit at takka fyri tykkara leiklut í OM arbeiðinum í Føroyum og at tit eru limur í OM Føroyar. Hetta er ein sera góð hjálp í OM arbeiðinum, bæði við eggjan og fíggjarligum stuðli.

So er aftur tíð til árliga aðalfundin hjá OM Føroyum, sum er fyri limir okkara, og tí er tað okkum ein gleði at kunna bjóða tær til

 

Aðalfund hjá OM Føroyum

leygardagin 18. mars kl. 10.00-13.00 í Tofta Skúla.

 

Á aðalfundinum verður fyrst frágreiðing frá formanninum, Hera Kjærbo, og síðani verður roknskaparframløga frá fíggjarleiðarnum. Eftir hetta er ein bønarløta og vit enda við einum grýturætti. Vit miða eftir at vera liðug kl. 13.00. Tilmelding er ikki neyðug.

Tað hevði glett okkum at sæð teg til aðalfundin.

Vit hava í dag knapt 600 limir, og hetta gleðast vit stórliga um. Vit koyra í løtuni við einari kapping, har vinningurin er eitt gávukort frá Fonn Flog á kr. 1500. Vinnarin verður funnin millum núverandi limir og tey sum tekna seg sum lim fram til aðalfundin. Vit hava tí viðheft eitt tilmeldingarskjal til limir við hesum telduposti og vilja eggja tykkum til at finna ein nýggja lim áðrenn aðalfundin. Limaskjalið kann sendast beinleiðis til okkum á teldupost info.fo@om.org, ella latast okkum til aðalfundin – vinarliga bjóða nýggja liminum við á aðalfund

 

Takk fyri og Harrans signing 

Vinarliga heilsan

Jóhan Petur Johannesen – dagligur leiðari 

Heri Kjærbo – nevndarformaður