30. desember 2024

Trý-stigsrakettin hjá OM Føroyum

OM Føyrar skrivstovan hevur verið undir stórari broyting í 2025. Margareth Djurhuus, nýggi landsleiðarin síðani í juni, hevur seinastu mánaðirnar arbeitt við at mannað eitt toymi av parttíðar fólki, har flestu eru sjálvboðin. Á samskiftistoyminum eru Sámal Jákup Sjóðklett Jakobsen, Sitri Petersen og Símun Absalonsen. Sámal Jákup verður eisini missións coach. Røktina av okkara trúboðarum í longri og styttri tíð tekur Sofi Rasmussen sær í høvuðsheitum av, og annars er hon við í samskipan av ymsum slagi. Eitt trýmannað toymið – Helena Olsen, Maria Jacobsen og Hanna Victorsdóttir – kemur framyvir at taka sær av bókhaldinum. Esmar Muller og Marni Simonsen hava í fleiri ár tikið sær av stuðulsinnsavning til Logos Hope oljuna, og TeenStreet hevur seinastu nógvu árini verið leitt av Randi og Símuni Hansen saman við Oddvør Jacobsen, sum er nýggj í TeenStreet. Afturat hesum eru mong onnur, sum gera ymiskar sjálvbodnar uppgávur fyri OM; innan blaðuppseting, KT-hjálp, heimasíðu, praktiskar uppgávur, hýsing av gestum osfr.

TeenStreet er ein av kjarnuuppgávunum hjá OM í Føroyum. Endamálið við TeenStreet er, at tey ungu skulu fáa eitt tættari samband við Jesus og eisini fáa eyguni upp fyri tørvinum á at boða evangeliið. Á tann hátt hugsa vit, at TeenStreet bæði tænir samkomunum í Føroyum og missiónsuppgávuni hjá OM.

TeenStreet er fyri nógv fyrstu ferð ein ungur verður varugur við trúboðan. Okkara bøn og vón er, at ein spíri verður lagdur í onkran teirra at fara út í heim við gleðiboðskapinum.

Í OM Føroyum hugsa vit um tilgongdina til at gerast trúboðari sum ein trý-stigsrakett, har TeenStreet er fyrsta stigið.

Næsta stigið er at fara ein stuttíðar trúboðaratúr. OM skipar fyri stutt tíðar toymum gjøgnum ári. Endamálið er at geva ungum og eldri ein møguleika at royna trúboðaralívið og at fara á eina ferð, sum hevur eitt annað og djypri innihald.

Triðja stigið er at eggja fólki at fara á trúboðararvenjingarskúlar. Í OM-høpi kalla við teir Reach. Hetta eru skúlar ymsastaðni runt um í heiminum, har Bíbliuundirvísing og trúboðarararbeiði ganga hond í hond. Skúlarnir eru vanliga fýra til seks mánaðir, við møguleika at leingja uppihaldið.

Eisini ber til at mynstra við einum av skipum okkara, Logos Hope og Doulos Hope, at tæna á gistingarhúsum hjá OM, á básum ymsa staðni í heiminum ella hjá trúboðarum ymsa staðni í heiminum.

Seinasta fetið er at fara. At siga farvæl við hesar kendu gøtur og leggja heimin fyri tínar smáu føtur. Høvuðsuppgávan hjá OM er at senda fólk út í langtíðartrúboðan. Tørvurin á trúboðarum er risastórur, tí at tað enn eru milliardir av fólkum, sum ongantíð hava hoyrt um Jesus og aðrar milliardir, sum hava hoyrt, men ikki veruliga skilt boðskapin.

Tú kanst stuðla arbeiðinum hjá OM Føroyum at senda fleiri út í trúboðan við at gera eina fasta flyting á kontu 9181-426.219.2 og viðmerkja OM Føroyar.