MiniTeenStreet í Kelduni komandi vikuskifti, 10. og 11. apríl 2026
Komandi vikuskifti koma hjúnini Debs og Josh Walker úr Houston, USA, at tala og læra á
ungdómsmøtirøðini, sum TeenStreet Føroyar skipar fyri. Debs og Josh Walker eru væl kend
millum TeenStreet ungdóm, tí í nógv ár hava tey verið høvuðstalarar á TeenStreet í Týsklandi.
Heitið fyri møtirøðina er “Vegir” og tey bæði fara at undirvísa út frá Orðtøkunum.
Afturat talu og læru verður eisini ThroneRoom bæði kvøldini.
Throne Room er navnið á lovsangsløtuni, sum er hvørt kvøld á TeenStreet. Hetta gleða vit okkum
ótrúliga nógv til. Tað er lovsongsbólkurin frá TeenStreet Europa – sum jú er føroyskur 😉 –
sum leiðir lovsangin.
Sangframførðslur vera eisini á skránni.
Mini TeenStreet 2026 – SKRÁ
Skráin fyri vikuskiftið er hendan:
Fríggjakvøld OG leygarkvøld:
Kl. 20.00: Møti við Josh og Debs
Kl. 21.30: Steðgur
Kl. 22.30: ThroneRoom við framførslu
Evnið: Orðrøkini
Føroyska TeenStreet tiltakið er eitt tvørkirkjuligt tiltak, har samkomur og kirkjur í
felag geva okkara ungdómi ein pall, har tey í góðum andaligum felagsskapi verða
uppbygd og styrkt í trúnni. Tiltakið er tó ikki einans ætlað ungdóminum, men øllum,
sum hava hug og ynskja at vera við.
Latið okkum standa saman
Við hesum brævi bjóða vit tykkum sum samkomu- og kirkjuleiðarar, vaksin, ung og
tannáringar at standa saman um tiltakið. Latið okkum standa saman bæði við tí
praktiska, tí fíggjarliga, í bønini og við at taka lut í tiltøkunum, sum vera á Kambsdali.
Ókeypis – fíggjarligan stuðul
Tiltakið er ókeypis, men tykkum kunnugt kostar eitt slíkt tiltak. Tí takka vit eisini
hjartaliga fyri peningaligan stuðul. Til ber at flyta eina gávu á kontu: 9181- 1667744
viðmerk: TS26FO.
Møguleika at hjálpa til við tí praktiska?
Vit eru takksom fyri alla hjálp og tey, sum kunnu hjálpa til, kunnu seta seg í samband
við okkum á teenstreet.fo@om.org.
Vit takka fyri forbøn og stuðul og vóna at síggja nógv av tykkum á Kambsdali 2.-3.
februar 2026.