6. apríl 2026

Cecile og Jóhannis Mortensen vitja á møtum kring landi

10. til 24. apríl koma Cecile og Jóhannis Mortensen, sum eru trúboðarar í Nantes í Frankaríki, heim at vitja saman við gentunum Sarah, Leah og Abigail. Í hesum sambandi fara tey at vitja fleiri samkomur kring landi, og høvið verður at hoyra meira um teirra arbeiðið, og um hvussu vit kunnu standa saman við teimum.

Franskt kvøld í Betesda 22. apríl

Í samband við vitjanina, verður eisini skipað fyri einum serliga forvitnisligum fronskum kvøldið í Betesda mikudagin tann 22. apríl kl. 19:30 Hetta verður ein øðrvísi, løtt og upplýsandi løta, har tey fara at greiða frá, onkur kviss verður kanska og vit sleppa eisini at fáa franska framførslu og ein smakk av Fraklandi.

Skráin fyri møtivitjanirnar

Sunnudagin 12. apríl

  • kl. 12:30 – Lívdin í Hoyvík
  • kl. 18:00 – Saron á Viðareiði

Týsdagin 14. apríl

  • kl. 20:00 – Nazaret í Kaldbak

Mikudagin 15. apríl

  • kl. 19:30 – Nebo á Toftum

Sunnudagin 19. apríl

  • kl. 12:00 – Ebenezer í Tórshavn
  • kl. 18:00 – Hermon í Norðdepli

Mánadagin 20. apríl

  • kl. 19:30 – Oasan í Hoyvík

Mikudagin 22. apríl – Franskt kvøld í Betesda

  • kl. 19:30 – Franskt kvøld í Betesda í Klaksvík

Hósdagin 23. apríl

  • kl. 21:00 – Ungdómsmøti í Betesda í Klaksvík