27. januar 2026

Tilmeldingin til summartúrar hjá OM er opin!

Vit hava sett nakrar spennandi túrar saman í summar til ung og vaksin, sum ynskja at brúka summarið at tæna Gudi við sínum gávum og samstundis uppliva eina aðra mentan enn í Føroyum.

Hesir túrir eru nú tøkir:

TiM – Teens in Mission – í Moldova 18. – 31. juli

Saman við OM í Moldova hava vit sett eina spennandi skrá saman til ung fólk í aldrinum 15 til 20 ár. Toymið fer at arbeiða saman við lokalum samkomum við bæði barnaarbeiði, heimavitjanum og hjálpararbeiði.

Túrurin er lagdur til rættis, so at tað ber til at fara beinleiðis á TeenStreet leguna frá Moldova fyri tey, sum ynskja tað, meðan tey, sum ynskja at fara aftur til Føroya sleppa heim.

Outreach í Fraklandi  3. – 13. juli til tín millum 18 og 25 ár.

Leiðin gongur til Suðurfraklands, har vit fara at arbeiða saman við lokalari samkomu í hugnaliga býnum L’Isle sur la Sorgue. Har verður evangelisering fyri ferðafólki, barnaarbeiði, bønargongur og nógv annað spennandi. Hesin túrurin er fyri aldursbólkin 18 til 25 ár.

Hjálparfólk til legurnar í Suðurgrønlandi

Saman við legunum  Oqqiffikk skipar OM fyri ferðingini til legurnar í summar. Talan eru um 4 legur til børn og ung frá ymsum bygdum í Suðurgrønlandi. Børnini fáa eina viku við umsorgan, kærleika, spæli og góðari Bíbliuundirvísing.

Til ber at tekna seg til legurnar 1 og 2 ella til legurnar 3 og 4. Áðrenn tilmeldingin fer fram, er týdningarmikið at avtalað nærri við Marjum Vilhelm á tlf. 215181 í mun til hvørjar uppgávur eru, og hvør tørvurin er.

Les meira og melda teg til her.

TeenStreet í Týsklandi 1. – 8. august

Árliga evropiska TeenStreet legan í Týsklandi byrjar 1. august í Offenburg. TeenStreet leiðslan hevur aftur gjørt eitt megnararbeiði at fáa alt gjørt klárt við tilmelding og ferðamøguleikum.

Legan er fyri luttakarar í aldrinum 13 til 17 ár (Tú kanst fylla 12 ella 18 í árinum). Brúk er fyri nógvum føroyskum bólkaleiðarum og hjálparfólki, 18 ár og eldri. Familjur eru eisini vælkomnar. Yngru børnini undir legualduri hava eisini eina spennandi skrá alla vikuna.

Legg til merkis, at tú skalt melda teg til leguna og ferðing hvør sær. Avmarkað pláss er í beinleiðis flogfarinum til leguna.

Les meira og melda til her.

Hevur tú spurningar ella onnur ynski, sum tú vilt kanna nærri, skriva so til okkara á info.fo@org.fo ella á 219923.