14. januar 2026

Súsanna og Guttorm mynstra umborð á Logos Hope

Súsanna og Guttorm hava tikið nakrar mánaðir úr vanliga gerandisdegnum, og í dag, 14. Januar, mynstra tey umborð á Logos Hope – fyribils í tveir mánaðir.

Frá høvuðstaðnum til Aalborg

Hesir seinastu mánaðirnir hava verið øðrvísi hjá Súsannu og Guttormi Joensen, sum vanliga búgva í høvuðsstaðnum. Á heysti 2025 valdu tey at stíga út úr vanliga gerandisdegnum og hava ferðast nógv millum Føroyar og Danmark, har annar sonurin gongur á studentaskúla.

Í Danmark hava tey, saman við øðrum, tikið stig til kristiligan felagsskap fyri føroysk lesandi og útisetar í Aalborg undir heitinum Varðin. Varðin møtist regluliga til samkomur við uppbyggjandi lovsangi, orði og felagsskapi.

Umborð á Logos Hope í tveir mánaðir

Tíðin hevur ikki bert verið brúkt í Aalborg. Súsanna og Guttorm hava eisini fyrireikað seg til lívið umborð á Logos Hope, har tey fyribils skulu tæna í tveir mánaðir.

Umborð fara tey bæði at tæna við sínum førleikum. Guttorm, sum er maskinmeistari, skal arbeiða í maskinrúminum, meðan Súsanna, sum er útbúgvin innan tónleik, millum annað fer at undirvísa børnunum á skúlanum umborð. Hon hevur eisini fingið nakrar tvørfloytur við sær úr Føroyum, sum børnini sleppa at brúka.

Umframt hetta fara tey at taka lut í ymiskum øðrum arbeiði og tiltøkum bæði umborð og á landi.

Statt saman við Súsannu og Guttormi í tænastuni

Latið okkum standa saman við Súsannu og Guttormi í bøn og stuðla teimum, nú ein nýggjur kapitul byrjar í lívi teirra. Tey verða fyribils umborð í tveir mánaðir, men eru opin fyri at vera longri.

Skal hetta bera til, er fíggjarligur stuðul neyðugur. Ynskir tú at stuðla Súsannu og Guttormi umborð á Logos Hope, kanst tú flyta eina regluliga ella eingangs gávu á kontu 9181 – 4262192 og viðmerkja Súsanna + Guttorm.

Logos Hope vitjar í Føroyum í august

Logos Hope liggur í løtuni í Port of Spain, Trinidad, og fer til Bermuda tann 10. februar. Síðani gongur leiðin yvir um hav til Spania tann 19. mars.

Frá 27. august til 7. septembur vitjar Logos Hope í Føroyum – fyrst eina viku í Tórshavn og síðani eina viku í Klaksvík.

Harrans ríku signing til øll trý umborð

Nú eru tríggir føroyingar umborð. Jóhanna H. Olsen fór umborð 10. januar, og skal vera umborð í tríggjar mánaðir, og  Súsanna og Guttorm tann 14. januar og eru fyribils við í tveir mánaðir. Vit ynskja teimum øllum Harrans ríku signing umborð á Logos Hope komandi tveir mánaðirnar.

Vilt tú vita meira?
Hevur tú hug at hoyra meira um Logos Hope ella aðrar møguleikar hjá OM, ert tú vælkomin at skriva til okkara á info.fo@om.org.

Les eisini greinina um Jóhannu H. Olsen her.