9. januar 2026

Jóhanna H. Olsen fer umborð á Logos Hope sum STEPPARI

10. januar byrjar fyrsta STEP-skeiðið umborð á Logos Hope í ár. 25 ára gamla Jóhanna Hendriksdóttir Olsen úr Lamba verður partur av STEP I. Hon hevur tikið eitt sabbatsár frá síni útbúgving sum djóralækni og næstu tríggir mánaðirnar verður hon saman við øðrum STEPPARUM umborð á Logos Hope. Á STEP eru uppgávurnar ymsikar. Tey arbeiða millum annað við matgerð, reingerð, í kafeini, í bókasøluni ella við víølíkhaladi av skipinum. Umframt tað praktiska arbeiðið eru samkomuvitjanir og hjálpararbeiði á landi fastur partur.

Tað er pláss fyri 24 STEPPARUM umborð, og øll eru komin umborð við sama endamálið: at tæna Gud við sínum gávum, samstundis sum tey mennast persónliga og andaliga. STEP gevur eimum ein “smakk” av, hvussu trúboðaralív kann síggja út í verki – og er fyri nógv ein uppliving fyri lívi, sum er við til at mynda tey.

STEP varðr í tríggjar mánaðir, og fýra STEP skeið eru um ári. STEP-kalendarin í 2026 er:

·       STEP I: 10. Januar til 4. Apríl

·       STEP II: 28. Mars til 6. Juli

·       STEP III: 30. Juni til 8. Oktobur

·       STEP IV: 1. Oktobur til 9. Januar

Skipið liggur í løtuni í Port of Spain, Trinidad. Tað fer til Bermuda tann 10. februar, og síðani liggur leiðin til Spania tann 19. mars. Frá 27. august til 7. septembur verður Logos Hope í Føroyum.

Vilt tú vita meira?

Vilt tú vita meira um STEP ella aðrar tænastur hjá OM, ert tú hjartaliga vælkomin at kanna nærri her ella skriva til okkara á info.fo@om.org.

Vit ynskja Jóhannu Guds ríku signing umborð næstu tríggjar mánaðirnar.