8. november 2025

Nýggjur limur á teenstreet toyminum

Nýtt frá TeenStreet FO!

TeenStreet Føroyar hava í eina tíð leitað eftir fólki at koma upp í leiðsluna. Onkran yngri, sum dugir við tølum og listum, og sum hevur hjarta fyri tannáringum.

Nú er hon funnin: Oddvør Jacobsen úr Saltangará. Hjartaliga vælkomin, Oddvør!

Vit í OM fegnast um, at TeenStreet leiðslan aftur er fullmannað og gleða okkum til at tæna saman.

Biðið fyri Oddvør, familjuni og øllum í leiðsluni, nú tey eru farin undir fyrireikingarnar til TeenStreet 2026, har evnið verður “Paths”.