1. september 2025

OM hevur fingið nýggjan altjóða leiðara

Trúboðarafelagsskapurin OM (Operation Mobilisation) bjóðar nýggja altjóða leiðaranum vælkomnum at leiða OM-arbeiðið í meira enn 147 londum kring heimin.
Lawrence Tong bjóðar Iain Pickett vælkomnan sum nýggjan altjóða leiðara.

Dr. Iain Pickett (Ongland) tekur við leiklutinum eftir Lawrence Tong (Singapor) í dag. Lawrence hevur lokið trý leiðslutíðarskeið við OM, og hevur leitt OM síðani 2013.

Lawrence hugleiðir:
“Hetta hevur verið ein av størstu heiðrunum í mínum lívi at tæna í hesi – og síðani at leiða hesa ótrúliga fjølbroyttu og skapandi tænastu, sum Gud brúkti til at kalla meg út í missión, tá ið eg fyrstu ferð sá Logos-skipið miðskeiðis í 70’unum. Leiðslutoymið og OM-familjan hava øll verið framúr menniskju at leiða.”
Lawrence og kona hansara, Susan (USA), møttust í OM-høpi og hava verið gift síðani 1989. Síðstu 12 árini hevur hann staðið á odda fyri broytingunum, sum hava gjørt felagsskapin meira altjóðakendan, serliga við eini nýskipan, sum hevur givið størri ábyrgd og betri umboðan úr Global South í OM-leiðsluni. Hann setti nýggju missiónsyvirlýsingina í verk, sum sameinir mong ymisk átøk undir einum: “Vit ynskja at síggja sprelllivand samfeløg av Jesu eftirfylgjarum millum tey minst náddu.”

Lawrence hevur verið tann triði, sum hevur staðið á odda fyri OM síðan byrjan í 1957. Áðrenn hann, vóru Peter Maiden og stovnarin George Verwer altjóða leiðarar hjá OM. Lawrence heldur fram í felagsskapinum sum “Altjóða ráðgevandi leiðari” (International Director Emeritus).

Lawrence sigur: “Tað hevur verið spennandi at síggja Iain mennast tey seinastu átta árini, sum vit hava arbeitt saman. Hann er jarðbundin, kritiskt hugsandi, eyðmjúkur, hevur góða dømikraft og er støðufastur í sínum leiðslustíli. Hetta skapar álit millum hansara starvsfelagar.
Iain Pickett fór við OM sum 18 ára gamal afturin í 90’unum. Hann kendi skjótt, at Gud gav honum eitt hjarta fyri teimum, sum enn ikki høvdu hoyrt um Jesu kærleika. Eftir at hava fingið sína PhD í málfrøði, kom hann aftur til OM og hevur síðani búð og arbeitt í tvørmentanarligum toymum. Hann bleiv fyrst landsleiðari, og síðani økisleiðari fyri ein landspart. Seinastu átta árini hevur hann verið partur av altjóða leiðsluni – OM Global Leadership Team. Hansara tráðan eftir at røkka tey minst náddu við evangeliinum er líka sterk enn, og allar tær royndir, sum hann tekur við sær inn í leiðslustarvið, vera við til at mynda og stimbra undir ta strategiska arbeiðið hjá altjóða OM-leiðsluni.

Iain sigur: “Eg takki Gudi fyri alt tað, sum eg havi lært frá Lawrence. Eitt dømi um hetta er, hvussu hann hevur uppbygt og givið rúm til framtíðar leiðarar. Hann hevur víst okkum eitt ótrúligt álit. Tað ger mína byrði lættari at bera, tá eg veit, at OM er sameint í anda, og fullkomiliga trúfast ímóti málinum; eisini trúfast í forbøn fyri mær og míni familju, nú eg taki við hesum leiklutinum.”

Nevndarforkvinnan í OM’s Global Board, Dr. Mary Lederleitner, sigur við handanina: “Eg takki av hjarta fyri leiðsluna hjá Lawrence Tong hesi seinastu 12 árini. Lawrence arbeiddi saman við OM-samverkafólki kring allan heimin við at mynda eina nýggja missjón og visjón, sum hevur sameint OM-rørsluna á ein frammanundan óhoyrdan hátt, og hetta hevur viðført eitt tíðarskeið við stórum vøkstri. Hann hevur verið tann leiðarin, sum hevur givið øðrum møguleika at mennast til framúrskarandi leiðarar. Við sínum eyðmjúka trúfesti móti Kristusi hevur hann altíð mint OM-fólkið á at hava fulla vissu á okkara upprisna Kong”. Hon heldur fram og sigur:
“Iain Pickett hevur teir eginleikar og tann brennandi hugburð, sum nevndin metti vera lyklarnir til at føra missjónina og visjónina hjá OM víðari í hesum komandi tíðarskeiði. Hann er høgt virdur millum síni samverkafólk kring heimin. Vit eru í bøn fyri, hvussu Gud fer at virka ígjøgnum Iain, nú hann leiðir OM og arbeiðir við at mobilisera altjóða kirkjuliðið, meðan vit saman halda á móti okkara máli, sum er “at síggja sprelllivandi samfeløg av Jesu eftirfylgjanum millum øll menniskju”.”

Vælkomin, Iain og Harrin signi teg!