Suðurafrikanskt kvøld við Tanju & Kurt Abrahams í Ebenezer tann 3. juli
Hjartaliga vælkomin til eitt forvitnisligt suðurafrikanskt kvøld við Tanju og Kurt hósdagin 3. juli kl. 19:30 í Ebenezer.
Aftan á sjey ár í Suðurafrika er Tanja nú á veg heim aftur í summarferiu. Tanja og Kurt, sum virka sum trúboðarar við OM í Suðurafrika, fara at siga frá lívi teirra og tænastuni í Suðurafrika – hvat tey hava upplivað, hvussu Gud hevur leitt tey, og hvat liggur fyri framman.
Kvøldið verður óformelt og hugnaligt við møguleika at síggja, smakka og lukta eitt sindur til Suðurafrika – gjøgnum mat, mentan og frásøgn.
Øll eru vælkomin.
Kom og verð kveiktur – og tak ein vin við!
Tanja og Kurt koma eisini at luttaka á nøkrum møtum, meðan tey eru ávegis heim og heima:
– 22. juni í Kristnastovu í Keypmannahavn
– 29. juni í Ebenezer í Havn á miðmøtinum
– 6. juli í Oasuni í Hoyvík
– 20. juli í Nebo á Toftum