4. juni 2025

OM Føroyar sett nýggjan dagligan leiðara

1. juni 2025 varð Margareth D. Djurhuus sett sum nýggjur landsleiðari eftir Danjal av Rana, sum hevur sitið sum leiðari seinastu 6 árini.

Vit takka Danjali fyri hansara eldhuga og trúfesti í leiðsluni. Arbeiðið, ið hann og onnur við honum, hava gjørt, leggur lunnar undir víðari virksemi.

Margareth tekur við leiðsluni sum einasta starvsfólk hjá OM Føroyum. Arbeiðið heldur áfram – og tað er stórur tørvur á fólki, sum vilja bera arbeiðið víðari. Tørvur er m.a. á hjálp til:
• Bókhald v.m.
• Samskifti á sosialum miðlum og heimasíðu
• Hirðarøkt og samband við samkomur og stuðlar
• Skrivstovuarbeiði og praktiskar uppgávur

Kundi tú hugsað tær at vita meir ella stuðla – við tíni tíð og evnum – ert tú hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við Margareth á telefon 219923 ella á info.fo@om.org.

Vit gleða okkum til tað, sum Gud fer at gera í hesum skifti, og biðja um forbøn fyri Margareth og arbeiðinum frameftir.