At vísa kærleika Guds gjøgnum tað vakra
Kom á verkstovu í list og missión á missiónsstevnuni 4. til 6. mai.
At vísa kærleika Guds gjøgnum tað vakra. Tað er eitt av endamálunum við verkstovunum, sum vera á missiónsstevnuni hjá OM, sum verður 4. til 6. mai.
List spælir ein sera týdningarmiklan leiklut í missión og í at skipa livandi samfeløg. Á verkstovunum hyggja vit nærri at, hvussu vit kunnu lovprísa gjøgnum okkara list og tónleik. Vit hyggja eisini at, hvat listin kann læra okkum um eitt samfelag og trúnna í samfelagnum, hvat Bíblian lærir um list, og ikki minst, hvussu vit kunnu vísa kærleika Kristusar gjøgnum tað vakra. Kom og skapa lovprísan saman við okkum hesar dagarnar.
Tvær verkstovur vera:
Amy Williams, sum starvast á InspiroArts, sum er listagreinin hjá OM í Budapest í Ungarn, fer at hava verkstovuna um list og missión.
Beth Sederstrom er eisini partur av InspiroArts hjá OM, men býr á Hawaii. Hon er tónleikari og hevur seinastu árini arbeitt við at hjálpa ættarbólkum at menna sín egna lovsang, á sínum egna máli. Hon fer at leiða verkstovuna, sum fer at snúgva seg um lovsang.
Verkstovurnar vera frá klokkan 10 til 16 fríggjadagin 5. og leygardagin 6. mai, í Oasuni í Hoyvík.
Luttakararnir á verkstovunum fáa døgurða í Oasuni. Tí er neyðugt at melda seg til verkstovurnar. Kostnaðurin er 100 krónur.