24. mars 2020

Okkara trúboðarar hava tað gott

Trúboðin hevur spurt, hvussu veit við hjá okkara trúboðarum í hesum koronatíðum. Vit hava tí valt at leggja ein samandrátt eisini út her eisini.

 

Okkara langtíðartrúboðarar hava tað allir gott. Tey eru øll frísk, bæði tey sjálvi og húskini annars, og tey kenna seg øll trygg, har tey eru, siga tey.

 

Hetta ávirkar kortini teirra vanliga tænastu nógv, serliga avmarkingarnar um, hvussu nógv kunnu samlast saman. Eins og í Føroyum, so er mest sum ógjørligt at skipa fyri møtum og mælt verður frá at hitta fólk. Tá sigur tað seg sjálvt, at evangelisering og lærusveinagering verður torførari.

 

Koronakrímið hevur havt størri ávirkan á okkara stutttíðartrúboðarar við tað, at nógv av stutttíðartilboðunum eru avlýst. Ein ungur maður, sum var farin á trúboðaraskúla í Moldova í eitt hálvt ár, kom heim aftur í ótíð í síðstu viku, einans seks vikur aftaná, at hann var farin. Ein genta, sum er umborð á Logos Hope, skuldi eisini sendast heim, men hevur fingið loyvi at vera verandi umborð til tað verður lættari hjá henni at ferðast. Logos Hope liggur í løtuni í Kingston í Jamaika.

 

Tvær ungar gentur skuldu fara av landinum nú í apríl, onnur til Belgia, hin til Japan, men tey bæði tilboðini eru eisini avlýst, og tær fara tí ongan veg fyribils. Ein ungur maður skuldi eisini umborð á Logos Hope í tríggjar mánaðir, men tað sær eisini út til at blíva av ongum.

 

Allastaðni skapa tilmælini avbjóðingar hjá samkomum og trúboðarum, men roynt verður at nýta høvi at royna nýggjar hættir at náa út til fólk og boða gleðiboðskapin.

 

Samstundis er hetta eisini eitt sera gott høvi hjá trúboðarunum at steðga á og fylla tangan við at brúka tíð í bøn og at lesa. Tað er ofta skjótt at gloyma at ansa sínum egna andaliga lívið, tá ein eru so upptikin av at náa út til onnur, men nú er lagamanni at brúka meiri tíð upp á at søkja Harran.

 

Koronakrímið kastar sjálvandi skuggar yvir okkara summartiltøk, toymistúrarnar og TeenStreet, eisini. Fyribils halda vit á, sum um at ongin broyting er, men soleiðis sum tað gongur nú, vita vit ikki, hvat fer at henda.

 

Ætlanin er framvegis at skipa fyri toymisferðum fyri tannáringar til Moldova (13. til 26. juli) og Albania (17. til 30. juli), og einum túri fyri 18 til 29 ára gomul til Moldova (13. til 26. juli). Síðani verður TeenStreet 1. til 8. august.

 

Tað er eingin orsøk at halda seg aftur at melda til, tí um túrarnir og legurnar skuldu blivið avlýstar vegna koronakrímið, so fáa fólk peningin afturgoldnan.

Biðið fyri, at stúran og ótti ikki skal fáa fastatøkur á okkum. Biðið um, at vit skulu minnast til at líta á Harran og kasta alla sorg okkara á Hann, tí Hann hevur umsorgan fyri okkum.

 

Biðið um, at trúboðararnir skulu finna hættir at náa út og halda samband við tey, sum eru nýliga frelst ella hava víst áhuga fyri gleðiboðskapinum, so at hendan kontaktin, sum kann vera torfør at fáa í lag, ikki skal hvørva í hesum døgum.

 

Biðið fyri Logos Hope, sum nú liggur mest sum í bíðistøðu í karibiska havinum. Enn er ógreitt, hvussu verður við skránni framyvir og júst hvørjar møguleikar, skipið hevur.

 

Á myndini eru Olivia og Bogi Tróndheim og børnini Fríði og Karita, sum eru umborð á Logos Hope í løtuni.