12. mars 2020

Aðalfundurin er útsettur

Aðalfundurin hjá OM, sum skuldi vera mánakvøldið, er útsettur sambært corona-tilmælunum.

Vit lýsa, tá fundurin verður settur á skrá aftur.

Ansið eftir hvørjum øðrum og biðið hvør fyri øðrum.

Eggið hvønn annan við hesu vakra sálminum, 91:

 

Tann, ið situr í lívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda, sigur við HARRAN: “Skjól mítt, borg mín, Gud mín, sum eg líti á!”

Tí Hann bjargar tær úr snerru fuglamansins, undan oyðandi pesti; við fjøðrum Sínum skýlir Hann tær, undir veingjum Hansara finnur tú lívd, trúfesti Hansara er skjøldur og vernd.

Tú skalt ikki óttast náttaræðslurnar, ei pílin, ið flýgur um dagin, ei pestin, ið sníkir seg í myrkrinum, ei sóttina, ið oyðir um middagin.

Um so túsund falla tær við lið, tíggju túsund við høgru hond tína, skal tað tó ikki ráma teg; tú skalt bert skoða tað við eygum tínum, síggja, hvussu gudleys fáa løn sína.

“Tí Tú, HARRI, ert skjól mítt” [sigur tú]. – Hin Hægsta hevur tú gjørt til bústað tín; teg skal einki ilt henda, og eingin plága skal koma tjaldi tínum nær.

Tí Hann gevur einglum Sínum boð um at varðveita teg á øllum vegum tínum; teir skulu bera teg á hondum, so tú skalt ongum steini sláa fótin ímóti; á leyvu og høggorm skalt tú traðka, trampa niður ungleyvur og drekar.

“Við tað at hann heldur seg inn at Mær, skal Eg fría hann út, Eg skal bjarga honum, við tað at hann kennir navn Mítt; hann ákallar Meg, og Eg skal svara honum; Eg eri við honum í neyðini, Eg skal fría hann út og lata hann koma til heiður; við longum lívi skal Eg metta hann og lata hann skoða frelsu Mína.”