18. oktober 2020

50 ár síðani Logos bleiv keypt

Hósdagin vóru 50 ár liðin síðani OM keypti gamla ferðamannaskipið Umanak og gav tí navnið Logos. Árið eftir, í 1971, fór hon fyrstu ferð sína til India.

 

4. januar 1988 fór Logos úr Ushuaia í Argentina. Hesin býurin liggur so langt suðuri, at hann eisini verður kallaður Heimsins endi. Býurin liggur í smala Beagle-strætinum millum Argentina og Chile, eitt stræti fult av smáum og duldum skerum. Í ringa veðrinum sigldi Logos á eitt av duldu skerunum. Hóast veðrið var sera vánaligt, var øll manningin, 141 fólk, bjargað.

 

Hetta var fyrsta vitjanin hjá Logos í Suðuramerika. Tey 17 árini Logos var í tænastu, sigldi hon 230.335 sjómíl og vitjaði 408 havnir (255 ymiskar havnir) í 108 ymiskum londum. 6,5 milliónir fólk vitjaðu umborð á Logos.

 

Logos vitjaði í Føroyum í 1983. Fleiri føroyingar mundu kenna skipið, tí hetta var gamli Umanak, sum mangan førdi føroyskar sjómenn millum Føroyar og Grønland.

 

Logos stendur enn á skerinum, tó illa tærd av harða veðurlagnum har suðuri.

 

Nýggjasta skipið í flotanum hjá OM, Logos Hope, okkara gamla Norrøna, er í løtuni í Bahamas, har hon hjálpir til í neyðhjálpararbeiði eftir herviligar ódnir, sum hava rakt Abaco-oyggjarnar. Sámal Rasmussen og Eirikur og Betty Lauritsen eru umborð á skipinum í løtuni.

 

Um onkur er áhugaður í at fara við Logos Hope kunnu tey skriva til OM á info.fo@om.org ella ringja á 510069.

 

Til ber at stuðla Logos Hope við at flyta eina gávu til OM, konta 9181 – 426.219.2, og viðmerkja Logos Hope.