29. juli 2017

404 føroyingar á legu

Á Teenstreet leguni í Suðurtýsklandi í ár eru umleið 4000 fólk savnað tilsamans.

Vit eru 404 føroyingar, also 10% av samlaða talinum. Av hesum 404 føroyingunum eru 252 tannáringar á legu og 152 hjálparfólk. Hesi 152 hjálparfólkini hava alskyns uppgávur at gera. 56 eru liðleiðarar, 10 eru M&M’arar, tað eru leiðarar hjá liðleiðarunum, 67 eru í servise team, her eru uppgávurnar sera ymiskar, alt frá at vera vaktarfólk, vaska WC, vaska upp, gera mat og ansa børnum – umframt alt annað. 4 eru í leiðsluni og 15 føroysk børn eru eisini saman við foreldrum sínum á Teenstreet.

Eg hugsi, at hetta er ein fantastiskur framíhjárættur, vit sum føroyingar hava, at vit ár eftir ár kunnu senda næstan 1% av okkara fólki á eina slíka so væl skipaða kristna legu suðuri í miðeuropa í eina viku. Fólk her undrast eisini, tá vit siga teimum, at vit eru ein so stórur partur av samlaða føroyska fólkinum her.

Hiðani skal ein tøkk ljóða til tey, sum skipa fyri.

Skrivað Eyðun á Lakjuni