31. juli 2019

4. dagur á Teenstreet er byrjaður

So  eru vit byrjað uppá 4. dagin á Teenstreet 2019. Tíðin flýgur avstað og vit eru longu komin inn í seinnu helvtina av leguni. Í hesi løtu eru øll tey ungu savnað í stóru høllini til bíbliutíma. Høvuðsevnið á legurni er “at kveikja” og í morgun verður bæði í høllini og seinni í andaktunum tosað um at tæna og at geva.

Seinni í dag, kl 14.15 verður RAG renning. RAG stendur fyri Raise and Give. Føroyingarnir hava týtt tað til Renn og gev!

Runnið verður á økinum. Í hesum sambandi hava rennararnir funnið stuðlar, sum t.d. stuðla við eini uppædd fyri hvørja rundu, ella við eini fastari upphædd. Endamáið er sjálvandi at savna pening inn. Í ár fer peningurin til børn og ung flóttafólk í Grikkalandi, Italia og Serbia. Peningurin skal brúkast til ryggsekkir, skrivitilfar, bøkur o.s.fr. til lærarar at undirvísa í máli, nýggja ítróttarútgerð og til kreativ amboð til list. Eisini verður peningur brúktur til at skipa trygg støð, har ung kunnu hittast og hoyra um Jesus.

Sent verður live frá RAG seinnapartin kl 13.15, føroyska tíð á facbook síðuni hjá Teenstreet Føroyar og á Facebooksíðuni hjá Lindini.

Um tit ynskja at verða til til at stuðla hesum tiltakinum, er leinkja her, tit kunnu fara inná og fylla út:

https://ts-de-rag.timm.is/fo-FO/MySponsoring/Create/a42628e0-3b4a-427d-b94d-1408c9f4727f?fbclid=IwAR25WYOk4q4oiwKHQFMYQydQFf0CUCf1RpraTC4UpAuS5RFNltKNfZj8EeE

 

Skrivað: Eyðun á Lakjuni