19. juli 2021

4. – 8- august verður Argjahamar á gosi

Nú er freistin at tekna seg til Teenstreet á Argjahamri farin. Er onkur, sum ordiliga gjarna vil sleppa á legu álíkavæl, so ert tú vælkomin at spyrja leiðsluna, um tað ber til.,

Vit eru nú farin í holt við at gera holdini, og fyrireika tað síðasta. Lovsangsbólkurin venur, seminar og workshops vera fyrireikaði, maturin verður fyrireikaður, andaktirnar vera prentaðar, nógv tilfarð kemur úr Týsklandi….ja nógv er ta gera.

VIT HAVA BRÚK FYRI FLEIRI LEIÐARUM og HJÁLPARFÓLKUM.

Um so er at tú hevur møguleika at hjálpa til á leguni, so sig okkum endiliga frá.

Bið fyri at vit fáa gott veður.