30. juli 2019

3. dagur

Nú er longu 3. dagurin á Teenstreet upprunnin.

Vit eru aftur í morgun vaknað til ein deiligan dag her niðri í Suðurtýsklandi við sólskini og lýkku. Bíbliutímarnir í Main Hall eru eitt lítið sindur øðrvísi í dag, enn teir vanliga eru. Júst nú sita genturnar fyri seg í høllini og hoyra ein boðskap, og um eina løtu er tað so túrurin hjá dreingunum.

Annars er dagurin vanligur. Seinnapartin hava tey frí, har tey eisini kunnu vera á økinum og taka lut í ymiskum, sum gongur fyri seg her.

Í kvøld er so aftur Throne Room í Main Hall og tað síggja tey flestu altíð fram til.

Vit fara aftur at minna á, at løturnar á morni kl 8.30 og um kvøldi kl 18.15 verða sendar beinleiðis á Lindini og stoymaðar á www.lindin.fo.

 

Skrivað: Eyðun á Lakjuni