1. august 2023

3. dagur á TeenStreet

So eru vit aftur vaknað upp til ein nýggjan morgun her á TeenStreet í Offenburg. Veðrið í morgun líkist nakað tí, vit kenna so væl heimanífrá við regni og vindi. Men verðurvánirnar siga frá sól seinnapartin. So vóna vit, at tað verður so.

Júst í skrivandi løtu sita øll í stóra salinum (Mainhall) og fáa undirvísing av pallinum. Eisini verður sungið nakað. Evnið í ár – ella slagorðið – er “SEEN”, sæddur ella sjónligur. Og vit hoyra hetta lýst út frá søguni um Dániel og vinmenninar í gamla testamenti.

Vit síggja fram til ein góðan dag her í Offenburg, nú legan skjótt er komin í helvt.