2. august 2019

Seinasti dagur

So er seinasti dagurin á Teenstreet 2019 upprunnin. Eg havi sett meg uttanfyri í milda veðrinum at skriva. Inni í stóru høllini sita øll tey ungu til bíbliutíma, og her uttanfyri er rættiliga friðarligt. Nøkur fólk ganga aftur og fram og takast við ymiskt praktiskt. Her framvið fara 3 gentur í appilsinlittari ketildrakt við einum vogni, hvørs uppgáva er at savna órudd. Tær hava eisini riggað sær ein hátalara til, og tónleikurin ljómar frá teimum.

Skráin fyri dagin er annars tann sama, sum hinar dagarnar. Legan endar ikki fyrr enn eftir Throne Room  seint í kvøld. Men sjálvandi er dagurin merktur av, at hetta er tann seinasti, og longu í morgun møtti eg onkrum, sum fór trillandi avstað við kuffertinum, men hóást tað, verða tey allarflestu til endan í kvøld.

Um eina løtu fer streymurin av ungum at standa út ígjøgnum hurðina í Main Hall, og so er aftur yðjandi lív á økinum.

 

Skrivað: Eyðun á Lakjuni