19. juli 2019

20 ár síðani fyrstu føroyingarnir fóru á TeenStreet

Næsta fríggjadag fer ársins hópur av føroyingum til TeenStreet. Í ár eru 20 ár síðani fyrsta føroyska ferðaliðið fór á TeenStreet.

 

Tað var í 1999, at tað fyrsta  liðið av føroyingum fór til TeenStreet, og harvið kunnu vit hátíðarhalda 20 ára jubileum.

 

Á fyrsta liðnum vóru 11 luttakarar og ein leiðari, og TeenStreet-legan var – eins og í ár – hildin í Offenburg. Samanlang vóru 1800 luttakarar, og stovnararnir av TeenStreet, Dan og Suzi Potter (Duzie), undirvístu um evnið ‘Inside Out Revolution’.

 

Hendan myndin er einasta felagsmyndin, sum vit hava funnið av fyrsta TeenStreet-ferðaliðnum. Myndin er tikin í Kristnastovu tá liðið var á veg til Offenburg. Og tað er helst liðleiðarin, Jensina Hansen, sum hevur tikið myndina, tí hon er ikki komin uppá sjálv.

 

Ikki  kann sigast annað enn, at nógv er hent hesi 20 árini. Fyrstu ferð vóru tey 12, í ár vera tað út við 360 føroyskir luttakarar á TeenStreet.