11. desember 2019

2 ADVENT – Evnið á leguni í ár var ‘Fylg Mær’

Gev gávu  

Ungdómslega í Suðurafrika

Síðst í juni var Tanja Mortensen á legu saman við teimum ungu, sum koma í ungdómsbólkarnir á miðstøðini í Suðurafrika. Vit høvdu umleið 30 ung við okkum. Evnið var “Fylg Mær”. Boðskapurin var avbjóðandi fyri tey ungu og okkum øll; hvat vil tað siga at fylgja Jesusi og lata Hann hava fullkomið ræðið í okkara lívi? Hvat merkir tað at avnokta seg sjálvan í dagliga lívinum? Eru vit villig at líta heilt á Hann og stíga út um okkara trygdarsonu (comfort zone) fyri at vinna menniskju fyri Hann? Hetta eru rannsakandi spurningar, sum vit øll kunnu spyrja okkum sjálv.

Tey ungu høvdu møguleika at deila sína trúgv við “fremmand” í eini simulatión. Simulatiónin var sett upp sum ein marknaður við larmandi bilum, sølufólkum sum royndu at selja sína vøru og flennandi fólki. Tey ungu vóru eggja til at luta evangeliið millum fólkini har. Fyri nógv var hetta sera avbjóðandi, men samstundis gevandi.

Síðani leguna hava vit hildið á við evninum og vísa teimum ungu á ymsar hættir, sum vit kunnu tæna Harranum á. Fyri nøkrum vikum síðan vóru vit á outreach, har tey ungu leiddu eitt barnamøti á einum fótbóltsvølli nærhendis. Tað var sera stórt og uppmuntrandi at síggja ungu dreingirnir og genturnar, sum eru komin til Meetse sentrið í fleiri ár, traðka fram og tæna Jesusi við gleði. Hetta var fyrstu ferð, at øll vóru á outreach saman.

Stuðla leguni í 2020

Í juni 2020 er ætlanin at hava leguna aftur, og vit ynskja at stuðla leguni. Tú kanst stuðla beinleiðis umvegis boksina niðanfyri, ella við at flyta eina upphædd á konto hjá OM Føroyum í Betri Banka 9181-426.219.2, viðmerk “2 advent”.

Vit skrivaðu eisini um leguna fyrr í vikuni, les meiri her.