5. desember 2021

2. Advent 2021

Onnur lúkan í adventskalendaranum hjá OM er um Afganistan.

Fullkomin ruðuleiki valdar í Afganistan. Tíðindini og myndirnar, sum vit hoyra og síggja úr Afganistan eru hjartanemandi. Eitt er tó greitt – fólkið í Afganistan og londunum rundan um hevur stóran tørv á bøn og hjálp. Okkara royndir siga okkum, at tað er frægast at biðja um tað besta, men fyrireika okkum upp á tað ringasta.

Aftaná 20 ár við kríggi tók Taliban-rørslan aftur valdið í Afganistan í august í ár. ST metir, at 18 milliónir fólk, tað er umleið helvtin av øllum íbúgvunum, hevur bráðfeingis tørv á humaniterari hjálp, men hvar skulu tey fáa hana.

Kristin í Afganistan eru nú í stórum vanda fyri at verða dripin og forfylgd. Samkomur eru ikki loyvdar í landinum og mett verður, at talið á trúgvandi er onkustaðni millum 2.000 og 10.000 fólk.

Øll starvsfólkini hjá OM fóru úr landinum, tá Afganistan tók valdið aftur. Vit ynskja tó at hjálpa til við neyð- og menningarhjálp gjøgnum samstarvsfelagar okkara í økinum.

Ynskir tú at stuðla arbeiðinum hjá OM í Afganistan í at stuðla teimum lokalu afgansku trúgvandi, kanst tú gera eina flyting til kontu 9181-426.219.2 og viðmerkja Afganistan ella 2 advent.

Fylg við advendskalendarinum her Advent 2021 ella á okkara Facebook síðu.