1. Advent 2021
Jólini handla í stóran mun um at geva. Vit geva gávur, adventsgávur og kalendaragávur. Og minnast sjálvandi størstu gávuna av øllum. Tað byrjar jú við kenda versinum í Jóhannes 3.16: Tí so elskaði Gud heimin, at hann gav Son sín.
OM Føroyar skipar aftur í ár fyri einum adventskalendara, har vit hvørja viku varpa ljós á ein møguleika hjá tær at geva. Hetta fyrsta vikuskifti í advent varpa vit ljós á virksemi hjá OM í Moldova.
Ímynda tær hvussu tað hevði verið, um tú ikki kundi hitað húsini ein ísakaldan vetur? Ella at tú ikki hevur ráð til mat, tí rokningarnar eru so høgar og einki veksur í havanum um veturin?
Moldova er eitt av allarfátækstu londunum í heiminum og OM í Moldova fyrireikar seg nú til vetrarhjálpina, at veita mat og brenni til tey fátøku. Seinastu tíðina er prísurin á brennievni farin nógv upp, og tí fara enn fleiri fólk í Moldova at vera í sera trongum korum í vetur. Brenniviður kostar eisini meiri og er verri at fáa fatur á, nú útboðið er blivið minni.
OM í Moldova ynskir í ár serliga at náa út til økið, sum kallast Transnistria, eitt sera fátækt øki við sera fáum trúgvandi. Ynskir tú at vera við at hjálpa? Ger eina flyting á kontu 9181-426.219.2 og viðmerk Moldova ella 1 advent, so senda vit peningin víðari á rætta stað.
Fylg við advendskalendarinum her Advent 2021 ella á okkara Facebook síðu.