25. juni 2025

Vit hava fingið nøkur pláss í norska bussinum

Til tykkum, sum enn ikki hava ferð til Offenburg.

GG: Vit hava nú fingið nøkur pláss í norska bussinum, ið kemur til Hirtshals kl. 08.55, 30. juli, og koyrir beinleiðis til Offenburg.

Bussurin steðgar í Vejle, á togstøðini, um 10 tíðina, og møguliga norðanfyri eisini, um brúk er fyri tí. Tit frætta, um so er.

Melda til við at skriva til johanna.rasmussen@om.org.

Kostnaðurin er 1650 kr. Peningurin skal flytast á konto: 9181 1667744

GG: Ferðingin við norska bussinum liggur uttanfyri ábyrgdarøkið hjá Teenstreet Føroyar, undantikið galdingin, sum vit syrgja fyri kemur á rætta stað. Samskiftið er við omanfyri nevndu.

Um tit vita um onkran, sum ikki hevur fart, so sig teimum frá.