30. juli 2025

TeenStreet 2025!

Throne room, Banana Joe, Interact, Prayer, RAG race, Mainhall, Art zone, áhugatímar…

Í skrivandi løtu eru næstan 400 føroyingar ávegis til Týsklands! Hví? Tí hósdagin 31. juli byrjar árliga evropiska TeenStreet legan, har eini 3.300 fólk møtast í ár.

Í nógv ár hava føroyskir tannáringar verið á TeenStreet leguni hjá TeenStreet Evropa. Síðani tær óvanligu leguumstøðurnar í 2020-22, er hetta triðja árið, at legan aftur er í Offenburg í Týsklandi. Av teimum 390 føroyingunum, sum verða í Offenburg í døgunum 31. juli til 7. august, eru 260 tannáringar úr øllum landinum. Hini 130 eru bólkaleiðarar, starvsfólk og børn. Hetta er størsti føroyski hópurin í Týsklandi síðani 2019!

Evnið í ár er 7 – Sjey ella Seven – sum vísir til brøvini til tær sjey samkomurnar í Opinberingini. Gjøgnum vikuna verður undirvíst út frá hesum 7 brøvunum, soleiðis at tey ungu kunnu læra um tey og av teimum; og hvussu tað kann síggja út í tannáringalívum í dag. Sum vanligt er evnið gjøgnumgangandi í mainhall lovsangi, dansi, spølum og undirvísing; og eisini í andaktunum við liðnum.

Tað eru so ómetaliga nógv spennandi tiltøk at fara til á TeenStreet økinum hesa vikuna! Fyrilestrar, ítróttur, kór, dansiverkstovur, kioskir, og so bara møguleikin at koma at kenna onnur ung trúgvandi úr øllum Evropa og aðrastaðni við.

Føroyska ferðalagið ferðast við rutuflogførum til Keypannahavnar mikudagin 30. juli og síðani við bussum til Offenburg, har tey væntast at vera frammi umleið kl. 10 hósmorgunin.

Bið um verju

Bið um, at tey ungu eru opin andaliga, og bið fyri liðleiðarunum.

Slagorðini hjá TeenStreet eru: Verið Djørv, Gravið Djúp og Havi tað stuttligt – bið um, at tey ungu uppliva hetta.

Fylg við

Tú kanst fylgja við leguni, hoyra innsløg, lesa tíðindi og síggja myndir á síðuni hjá TeenStreet Føroyar á facebook og instagram.

Be bold, Go deep, Have fun