TIM Moldova 2026

Toymisferðin er fyri trúgvandi ung í aldrinum 15 til 20 ár, sum ynskja at gera hjálpararbeiði, upplæring í at bera gleðiboðskapin til onnur og at evangelisera í verki (outreach).

Hetta er eitt høvi hjá tær at uppliva mission í einum toymi, at vísa trúnna í verki og at uppliva, at Gud brúkar teg til at luta Jesus við onnur.

Hvar?  Moldova

Nær? 17. – 27. juli 2026 (Ikki endaliga ásett)
Aldursmark: 15-20 ár
Luttakarar: í mesta lagi 12 fólk

Ferðing:  Ætlanin er at ferðast úr Føroyum tann 17. juli og heimaftur til Føroyar tann 27. juli. Tey, sum ætlan sær til TeenStreet beint eftir túrin, ferðast til Týsklands saman við einum ferðaleiðara. Av TeenStreet ferðast tey antin við føroyska ella danska ferðalagnum.

GG. Ferðaætlanin kann broytast.

Prísur: Prísurin verður væntandi millum 10.000 og 12.000 kr. fyri ferðing og uppihald. Endaligi prísurin verður ásettur, tá ferðaseðlarnir eru keyptir. Ferðatrygging er ikki íroknað. Hon skal teknast av hvørjum eintøkum ferðandi.

Leiðarar: Ikki kunngjørt enn.

Tilmeldingarfreist: 15. apríl. 2026

Byrjanargjald: Tá tú teknar teg, skal tú gjalda eitt byrjanargjald á 2.500 kr. beinavegin. Vinarliga flyt upphæddina á kontu: 9181 4262192 og viðmerk “TIM Frakland”

Treytir

Avlýsing:

  • Um tú avlýsir áðrenn 15/4-2026, eftirheldur OM eitt umsitingargjald á 700 kr
  • Um tú avlýsir tína tilmelding aftaná 15. Apríl, men áðrenn at ferðaseðlarnir eru keyptir, eftirheldur OM byrjanargjaldið á 2.500 kr.
  • Um tú avlýsir aftaná , at OM  hevur keypt ferðaseðlarnar (uml. 20/4). Rindar tú fult ferðaseðlagjald umframt eitt umsitingargjald á 700 kr.

Um tú vilt frætta meir um hetta ella tú hevur spurningar, skrivað til okkara á info.fo@om.org ella ring á 219923.