TiM í Fraklandi 2026
Toymisferðin er fyri trúgvandi ung í aldrinum frá 15 til 20 ár, sum ynskja upplæring í at bera gleðiboðskapin til onnur og at evangelisera í verki (outreach)
Hetta er eitt høvi hjá tær at uppliva mission í einum toymi, at vísa trúnna í verki og at uppliva, at Gud brúkar teg til at luta Jesus við onnur.
Hvar? L’Isle sur la Sorgue í Suðurfraklandi
Nær? 3. – 13. juli 2026
Aldursmark? 15-20 ár
Hvussu nógv pláss eru? Tað er pláss fyri 12 fólkum
Ferðing: Ætlanin er at ferðast beinleiðis til Paris tann 3. juli og heimaftur til Føroyar tann 13. juli.
GG. Ferðaætlanin kann broytast.
Prísur: Væntandi kostar ferðin millum 8.000 og 9.000 kr. fyri ferðing og uppihald. Endaligi prísurin verður ásettur, tá ferðaseðlarnir eru keyptir. Ferðatrygging er ikki íroknað. Hon skal teknast av hvørjum einstøkum.
Leiðarar: Ikki kunngjørt enn.
Tilmeldingarfreist: 15. apríl. 2026
Byrjanargjald: Tá tú teknar teg, skal tú gjalda eitt byrjanargjald á 2.500 kr. beinavegin. Vinarliga flyt upphæddina á kontu: 9181 4262192 og viðmerk “TIM Frakland”
Treytir
Avlýsing:
- Um tú avlýsir áðrenn 15/4-2026, eftirheldur OM eitt umsitingargjald á 700 kr
- Um tú avlýsir tína tilmelding aftaná 15. Apríl, eftirheldur OM alt byrjanargjaldið á 2.500 kr.
- Um tú avlýsir aftaná 15/4, men eftir, at OM hevur keypt ferðaseðlarnar (uml. 20/4). Rindar tú fult ferðaseðlagjald umframt eitt umsitingargjald á 700 kr.
Um tú vilt frætta meir um hetta ella tú hevur spurningar, skrivað til okkara á info.fo@om.org ella ring á 219923.