19. juni 2025

Suðurafrikanskt kvøld við Tanju & Kurt Abrahams í Ebenezer tann 3. juli

Hjartaliga vælkomin til eitt forvitnisligt suðurafrikanskt kvøld við Tanju og Kurt hósdagin 3. juli kl. 19:30 í Ebenezer.

Aftan á sjey ár í Suðurafrika er Tanja nú á veg heim aftur. Tanja og Kurt, sum virka sum trúboðarar við OM í Suðurafrika, fara at siga frá lívi teirra og tænastuni í Suðurafrika – hvat tey hava upplivað, hvussu Gud hevur leitt tey, og hvat liggur fyri framman.

Kvøldið verður óformelt og hugnaligt við møguleika at síggja, smakka og lukta eitt sindur til Suðuraafrika – gjøgnum mat, mentan og frásøgn.

Øll eru vælkomin.

Kom og verð kveiktur – og tak ein vin við!