Sitri Petersen sjálvboðið miðlafólk
Ein av mongu sjálvbodnu postunum í OM er at vera “SoMi” miðlafólk. SoMi er stytting fyri Sosialar Miðlar. Miðlafólkið hevur ábyrgdina av at leggja ymiska kunning út á heimasíðuna umframt út á sosialu miðlarnar hjá OM.
Sitri Petersen hevur átikið sær hesa uppgávu fyri OM Føroyar í eina tíð fram. Hon fór longu fús til verka í juni við at gera filmar, koyra lýsingar út og skriva styttri greinar, ið lýsa virksemið hjá OM Føroyar. Vit takka henni fyri, at hon hevur játtað at nýta nakrar tímar um vikuna sum sjálvboðin.
Kundi tú eisini hugsað tær at brúkt nakrar tímar sum sjálvboðin fyri OM Føroyar? Ring til Margareth á tlf. 219923 ella skriva til info.fo@om.org, so taka vit eitt prát um hetta.