7. apríl 2026

Oddvør í føroysku TeenStreet leiðsluni

Vit hava í eina tíð leitað eftir fólki at koma upp í TeenStreet Føroyar leiðsluna – onkran yngri, sum dugir við tølum og listum og hevur hjarta fyri tannáringum.

Her er hon so: Oddvør Jacobsen úr Saltangará. Hjartaliga vælkomin, Oddvør!

Biðið fyri henni, familjuni og okkum øllum, nú vit eru farin undir fyrireikingarnar til TeenStreet 2026 – har evnið er Paths.