28. januar 2026

Nýtt frá Súsannu og Guttorm umborð á LOGOS HOPE!

Súsanna og Guttorm Joensen mynstraðu umborð á Logos Hope 14. janauar, og tey hava sent okkum nakrar reglur um fyrstu dagarnar.

Les teirra fyrsta tíðindabræv og njót myndirnar frá teimum:

Logos Hope 23. Januar 2026

Góðu tit øll, ið á ymsan hátt hava víst okkum áhuga

Takk fyri tykkara umsorgan og bønir.

Vit fara at royna at senda nakrar reglur og myndir av og á hetta tíðarskeiðið, vit eru umborð á Logos Hope.

Vit hava nú verðið umborð í eina viku. Enn er alt so nýtt og spennandi. Nógv er at seta seg inn í, og nógv nýggj fólk at koma at kenna.

Tað eru í løtuni uml 350 fólk umborð, umboðandi uml. 40 ymiskar tjóðir.
Hvønn dag vitja millum 1.000 og 1.500 fólk skipið, og málið er, at eingin fer av skipinum uttan at hava hoyrt evangeliið.

Tað er ótrúliga stórt at uppliva, hvussu so nógv og so ymisk fólk, so væl fáa ein dagligdag – ja eitt litið samfelag umborð – at fungera. Hetta, hóast so nógvar ymiskar bakgrundir, samkomumentanir, tjóðskapir, aldrar, og arbeiðs-titlar.
Gud er veruliga i miðdeplinum her, og tá øll hava Hann fyri eyga, koyrir alt betri.

Vit mynstraðu i Trinidad fyri einari viku siðani, og skipið verður liggjandi her til 3.februar, tá vit sigla norður til Bermuda.

Dagin eftir. at vit komu, fór Guttorm beint í eldin, og er fult upptikin í maskinrúminum sum 1. meistari. Har er nokk at taka fatt í, nú skipið hevur nógv ár á baki.

Súsanna er virkin á ymiskum økjum alt eftir tørvi; millum annað í bókasøluni, við tónleikafrálæru og annað í samband við outreach.

Vit hava verið og vitja lokala samkomu og eisini eitt fongsul, har fangar fingu høvi at fáa eyguni kannaði og síðani at fáa brillur eftir tørvi. Hetta var ein heilt serlig uppliving, har vit fingu høvið at tosa vid fanganar ein til ein og harvið deila evangeliið og biðja fyri teimum.

Vit eru sera takksom og prísa Gudi fyri varveitslu og høvið at tæna á hendan hátt.

Takk fyri, at tit vilja standa saman við okkum í tøkk og bøn.

Biðið, at vit mugu vera til signing her og stórliga brúkt av Harranum.
Biðið eisini, at vit kenna Hansara leiðslu framyvir.

Súsanna & Guttorm

Logos Hope kemur til Føroyar 27. august!

Vit eru spent til Logos Hope kemur til Evropa og gleða okkum ómetaliga nógv til vitjanina í Føroyum. Skipið kemur til Føroyar 27. august og fer at liggja eina víku í Havn og eina viku í Klaksvík.

Tríggir føroyingar eru umborð á Logos Hope. Aftrat Súsannu og Guttorm er Jóhanna H. Olsen umborð sum STEP-luttakari í tríggjar mánaðir.