Nógv fólk vóru til Suðurafrikanskt kvøld – hósdagin 3. juli
Hóskvøldið 3. juli var eitt serstakt Suðurafrikanskt kvøld í Ebenezer, har fleiri enn 200 fólk komu at hoyra Tanju og Kurt Abrahams, sum eru við OM, greiða frá teirra missiónslívi í Suðurafrika. Hetta kvøldið var bæði kveikjandi og hjartanemandi.
Tanja hevur ikki verið heima seinastu sjey árini. Í meðan hon hevur verið í Suðurafrika, hevur hon møtt manninum hjá sær Kurt, og í dag eru tey ein lítil familja við tvey ára gomlu dótturini Hannu.
Tey greiddu millum annað frá árunum, tey tæntu við AIDS Hope, sum arbeiðir við fólki, ið eru rakt av HIV og AIDS í Mamelodi. Seinasta árið eru tey tó farin at arbeiða á REACH, sum er ein lærusveinaskúli hjá OM. REACh er ein fimm mánaðar langur bíbliuskúli, har fólk sleppa at læra um Gud, vaksa í trúgv, og sleppa at tæna og menna seg út frá skúlanum.
Tanja og Kurt undirvísa á skúlanum og hava ábyrgd av lærusveinaarbeiði hjá bæði ungum og eldri næmingum. Tey eru eisini virkin í sosialum arbeiði, serliga við teimum heimleysu og við teimum, ið stríðast við rúsdrekka- og rúsevnismissnýtslu í Mamelodi.
Tað var ein sera rørandi løta, tá ið Kurt deildi sín vitnisburð. Hann segði frá, hvussu Jesus hevði vent lívinum hjá sær heilt við. Hann hevði verið heimleysur og bundin at rúsevnum, men eina náttina broyttist lív hansara fullkomiliga, tá Gud greip inn, og síðani hevur hann tænt Jesusi við lív og sál. Hann var sjálvur næmingur á REACH, áðrenn hann byrjaði at arbeiða við OM.
Kvøldið var merkt av góðum práti, sterkum frásagnum, og ikki minst, ymsum suðurafrikanskum smakkiroyndum, sum Tanja og Kurt høvdu tikið við. Ein góð og gevandi løta, har nógv blivu mint á, hvussu trúfastur Gud er, og hvussu vit øll eru kallað at vera ein partur av tí stóra verkið, sum Hann ger í heiminum.
Hevur tú hug at vita meira um REACH bíbliuskúlan í Suðurafrika ella aðrar bíbliuskúlar, sum OM hevur, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á info@om.org ella ringja á 219923. Saman kunnu vit finna tað rætta til tín.