5. februar 2026

Logos Hope kemur til Føroya

Logos Hope leggur at í Havn tann 27. august 2026!

Tað var undir víðagitnu farsóttini í 2020, at Logos Hope skuldi koma til Føroyar. Vit vóru spent! Vit høvdu fyrireikað okkum! Vit høvdu fingið fleiri sjálvboðin at hjálpa til! Men so komu boðini…. “Vit koma ikki”….. Vit harmaðust og vóru ikki sørt tung um hjartað. Logos Hope – okkara gamla Norrøna – skuldi endiliga seta kós aftur um okkara leiðir, men nú var ferðin avlýst.

Í dag er sorgin vend til gleði. Tí hesaferð sær út til, at tað fer at eydnast. Logos Hope leggur at bryggju í Havn tann 27. august 2026, og vit gleða okkum ómetaliga nógv til endiliga at bjóða skipinum og altjóða manningini vælkomnum!

Hvat er Logos Hope?

Logos Hope er heimsins størsti flótandi bókahandil og eitt heilt serstakt missiónsskip, sum OM (Operation Mobilisation) eigur og rekur.

Skipið er ein flótandi pallur fyri vitan, mentan, praktiskari hjálp, vón og trúgv

Umborð á Logos Hope eru øll vælkomin – uttan mun til bakgrund, lívsáskoðan ella aldur.

Hvat er endamálið hjá Logos Hope?

Logos Hope siglir úr havn í havn við einum greiðum endamáli: at luta vitan, hjálp og vón til allan heimin. Hetta hendir millum annað við at:

  • gera bøkur lættari atkomuligar fyri øll – tær verða seldar sera bíliga
  • stuðla og styrkja lokalsamfeløgini
  • eggja til útbúgving og persónliga førleikamenning
  • luta kristna boðskapin við hjálpararbeiði og við orðum

Skipið vitjar ofta smærri lond, oyggjasamfeløg og øki, har slíkir møguleikar annars eru avmarkaðir – men eisini størri býir, har nógv leingjast eftir meining og felagsskapi.

Hví siglir Logos Hope runt allan heimin?

Vit hava øll ymiskan tørv. Við at sigla, í staðin fyri at vera bert á einum staði, kann Logos Hope røkka menniskjum, sum ongantíð annars høvdu vitjað ein bókahandil

Skipið er við til at byggja brýr millum mentanir og tjóðir, samstarvar við lokalar samkomur, kirkjur, felagsskapir og stovnar; og tænir í økjum, sum eru rakt av fátækradømi, avbyrging og øðrum avbjóðingum.

Hvør vitjan verður skipað í tøttum samstarvi við lokalar samstarvsfelagar, so arbeiðið gerst viðkomandi og fær varandi týdning.

Hvør stendur aftanfyri Logos Hope?

Logos Hope er partur av OM, sum varð stovnað í 1957. OM arbeiðir í yvir 110 londum við at eggja og førleikamenna menniskju at boða Guds kærleika gjøgnum:

  • evangelisering
  • lærisveinamenning
  • hjálpar- og menningararbeiði
  • útbreiðslu av bókum

Umborð á Logos Hope eru umleið 400 sjálvboðin úr yvir 60 londum, sum øll tæna við ymiskum uppgávum – alt frá at vera á brúnni, í maskinrúminum, matgerð, at skipa tiltøk umborð, hjálpararbeiði á landi, barna- og ungdómstiltøk, familjutiltøk, vitjan av kirkjum, samkomum og mangt annað.

Lívið og virksemið umborð á Logos Hope

Ein vitjan á Logos Hope er nógv meira enn bara ein skipsvitjan. Tú upplivir m.a.:

📚 Flótandi bókahandilin

  • Túsundatals bøkur til bæði børn og vaksin
  • Har eru bæði barnabøkur, skaldskapur, vísindi, trúgv, matgerð, mál og sjálvsmenning
  • Bøkurnar verða seldar bíliga

🎭 Tiltøk og upplivingar

  • Fyrilestrar, samrøður og verkstovur
  • Mentanarkvøld við altjóða manningini
  • Søgur, frásagnir og aktivitetir fyri børn

🚢 Skipasýningar

  • Rundtúrar á skipinum við frásøgufólki
  • Kunning um lívið umborð á skipinum og um arbeiðið hjá Logos Hope

🤝 Hjálpararbeiðið og vitjanir á landi

  • Tiltøk í samstarvi við lokalar felagsskapir
  • Vitjanir á skúlum, stovnum og samfelagsmiðstøðum
  • Praktisk hjálp og eggjan, har tørvur er
  • Kunnandi vitjanir til samkomur og kirkjur

Endaliga skráin fyri tiltøkini umborð og útfrá skipinum kemur seinni.

Ein vitjan verd at gleða seg til

Vit kunnu ØLL gleða okkum til vitjanina hjá Logos Hope í Føroyum frá 27. august til 7. septembur.

Vit fara at uppliva eitt altjóða samfelag, har mentanir arbeiða hond í hond til at bera gleðiboðskapin út til øll fólkasløg á so ymiskan hátt. 

Eftir at hava bíðað í nógv ár, kunnu vit nú endiliga siga við fullari vissu:

Vælkomin, Logos Hope!

Hvussu kanst tú vera við?

Tað er OM Føroyar, sum er partur av altjóða OM, sum stendur fyri fyrireikingararbeiðinum í Føroyum.

Fyrireikingarnar eru so smátt farnar í gongd saman við fleiri sjálvbodnum hjálparfólki. Men vit hava tørv á fleiri!

🙏Vit hava tørv á forbøn.

💰Vit hava tørv á fíggjarligum stuðuli til at bera útreiðslurnar. Gávur kunnu flytast á kontu 9181 – 4262192, viðmerk “LH vitjan”.

👥 Og so hava vit ein stóran tørv á sjálvbodnum hjálparfólki til praktiskar uppgávur, áðrenn vitjanina og meðan skipið er í Føroyum.

👉 Um tú ert tøk/ur og vilt hjálpa okkum, vinarliga send okkum eini boð á info.fo@om.org ella skriva/ring á 219923.

VIT BJÓÐA “GOMLU NORRØNU” VÆLKOMIÐ!