Leiðslan á Teenstreet 2025
Til slíka stóra legu sum hesa, er tað sera umráðandi at hava nógvar liðleiðarar. Liðini eru alt frá 5 til 6 og heilt upp til eini 12 tannáringar – sum tað nú passar.
Myndin, ið fylgir við hesi greinini er av sokallaðu MM’arunum. M&M stendur fyri ministry and mentoring, og tað merkir í hesum førinum, at hesi eru leiðarar hjá liðleiðarunum og hjá starvfólki.
Á myndini eru eisini føroysku “homereps”, sum tey siga her – ella rættari, føroysku leiðararnir fyri leguna. Tey eru Randi og Símun Hansen og Margaret Dalheim Djurhuus.
Hesi hava øll tænt okkum øðrum, so vit hava fingið eina sera góða viku her á TeenStreet leguni 2025, og tað takka vit fyri