Jóhanna H. Olsen fer umborð á Logos Hope sum STEPPARI
10. januar byrjar fyrsta STEP-skeiðið umborð á Logos Hope í ár. 25 ára gamla Jóhanna Hendriksdóttir Olsen úr Lamba verður partur av STEP I. Hon hevur tikið eitt sabbatsár frá síni útbúgving sum djóralækni og næstu tríggjar mánaðirnar verður hon saman við øðrum STEPPARUM umborð á Logos Hope. Á STEP eru uppgávurnar ymiskar. Tey arbeiða millum annað við matgerð, reingerð, í kafeini, í bókasøluni ella við víðlíkhaldi av skipinum. Umframt tað praktiska arbeiðið eru samkomuvitjanir og hjálpararbeiði á landi fastur partur.
Tað er pláss fyri 24 STEPPARUM umborð, og øll eru komin umborð við sama endamálið: at tæna Gudi við sínum gávum, samstundis sum tey mennast persónliga og andaliga. STEP gevur ein “smakk” av, hvussu trúboðaralív kann síggja út í verki – og er fyri nógv ein uppliving fyri lívi, sum er við til at mynda tey.
STEP varðar í tríggjar mánaðir, og fýra STEP skeið eru um ári. STEP-kalendarin í 2026 er hesin:
· STEP I: 10. Januar til 4. Apríl
· STEP II: 28. Mars til 6. Juli
· STEP III: 30. Juni til 8. Oktobur
· STEP IV: 1. Oktobur til 9. Januar
Skipið liggur í løtuni í Port of Spain, Trinidad. Tað fer til Bermuda tann 10. februar, og síðani liggur leiðin til Spania tann 19. mars. Frá 27. august til 7. septembur verður Logos Hope í Føroyum.
Vilt tú vita meira?
Vilt tú vita meira um STEP ella aðrar tænastur hjá OM, ert tú hjartaliga vælkomin at kanna nærri her ella skriva til okkara á info.fo@om.org.
Vit ynskja Jóhannu Guds ríku signing umborð næstu tríggjar mánaðirnar.